Høgaberg kemur á Fuglafjørð í nátt

vinna16-01-2020 - 16:52 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg, sum hevur verið í ES-sjógvi eystur úr Hetlandi, kemur á Fuglafjørð tíðliga í nátt við 1.400 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos, støddin á makrelinum liggur um 380 gramm.

Vit tosaðu umborð á Høgaberg fyri løtu síðan, teir vóru á feltinum í 10 tímar mánadagin, men veðurlíkindini hava verið so vánalig, at teir hava kroka og bíða eftir líkindum síðan mánadagin, í gjárkvøldið byrjaðu teir at sigla. Í dag hava teir hampuligt veður undan.

Høgaberg fer aftur á makrelveiðu í ES-sjógvi, tá ið liðugt er at landa.