Høgaberg kemur á Fuglafjørð í nátt

vinna30-10-2020 - 14:41 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg, sum hevur fiskað sild í íslendskum sjógvi, kemur á Fuglafjørð tíðliga í nátt við 1.200 tonsum, sum teir skulu landa til Pelagos, tað sigur skiparin Jógvan Ingvar Olsen við okkum á JN.fo.

Føroysku skipini hava tað seinastu tíðina havt góðan fiskiskap eftir sild í íslendskum sjógvi.