Høgaberg kemur á Fuglafjørð í nátt

vinna17-02-2019 - 23:05 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg, sum hevur verið í altjóða sjógvi, vestur úr Írlandi, kemur á Fuglafjørð í nátt við fullari last, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Tað er langt at sigla, har skipini royna, tað tekur góð tvey døgn. Øll tey føroysku skipini eru í altjóða sjógvi, har eru nógv íslendsk og eisini nógv russisk skip, tey íslendsku skipini landa í Íslandi og tey russisku umskipa ella landa í Føroyum.