Høgaberg kemur á Fuglafjørð í morgin

25-02-2020 - 19:53 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg, sum hevur roynt eftir svartkjafti í altjóða sjógvi, góðar 200 fj. vestur úr Írlandi, siglir heim, teir verða á Fuglafirði um middagin í morgin, teir hava roynt á umleið 51N og 17V.

Høgaberg hevur 1.900 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir sleppa framat at landa hósdagin.

Høgni Hansen er skipari hendan túrin.