Mynd: Geir F. Zoega.

Høgaberg kemur á Fuglafjørð í kvøld

vinna15-03-2017 - 10:04 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu vestur úr Írlandi, fór at sigla til Føroyar mánadagin, teir hava 2.000 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún, Høgaberg verður á Fuglafirði tíðliga í kvøld.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir siga, at tað hevur verið óveður á heimreisuni, teir hava havt undan, men veðrið gjørdist so ringt, at teir løgdu uppí nakrar tímar.

Skipini royna á uml. 54N og 17V, har eru nógv skip.