Høgaberg kemur á Fuglafjørð á midnátt

vinna18-09-2018 - 22:57 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg kemur á Fuglafjørð á midnátt við 700 tonsum av makreli, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði, teir sleppa framat seinnapartin í morgin. Í løtuni landar Fagraberg til Pelagos.

Høgaberg er einasta føroyska skipið, sum roynir við nót, tað gera teir fyri at halda góðskuna í topp.

Væntandi fer Høgaberg nýggjan túr seint hóskvøldið.