Høgaberg gjørdi eitt kast og er á veg inn

Vinna21-09-2017 - 16:46 - Jóanis Albert Nielsen

Høgaberg hevur henda túrin roynt í Altjóðasjógvi norðanfyri eftir makreli, og eru farnir at sigla móti Føroyum. Høgaberg gjørdi bert tað eina kasti, og fingu teir 680 tons av makreli, sum verður landaður í morgin.

Høgaberg skal landa til Pelagos hesuferð, og vera teir inni um middagsleitið í morgin. Høgaberg sleppir framat einaferð seinni í morgin.