HM í flogbólt: FInalurnar í kvøld, menn

ítróttur30-09-2018 - 17:42 - Jóanis Nielsen

HM í flogbólti fyri menn verður avgjørt í kvøld, og kunnu dystirnir síggjast her:

https://welcome.volleyballworld.tv/

Bronsudysturin byrjaði klokkan 16,00, og er hann millum Serbia og USA.

Klokkan 20,15 verður finalan leikt millum Brasil og Póland.

Hálvfinalurnar vóru leiktar í gjárskvøldið, og tá vann Póland 3-2 á USA, meðan Brasil vann 3-0 á Serbia.

Dystirnir verða leiktir í Torino í Italia.