Hjørdis Johansen 90 ár

13-04-2019 - 09:07 - Jóanis Nielsen

Í dag 13. apríl fyllir Hjørdis Elisabeth Johansen í Sandavági, vanliga nevnd Hjørdis á Lofti, 90 ár.

Hon er dóttir Petur á Lofti og Annu Mariu Malenu úr Hesti. Hon giftist í 1955 við Alberg Johansen, og fingu tey trý børn; Maluna, Torfinn og Petru. Hon eigur 11 ommubørn og 18 langommubørn. Vit øll vilja ynskja mammu okkara so hjartaliga tillukku við 90 ára degnum. 

Dagurin verður hildin saman við børnunum.