Hjørdis Joensen er givin í lærarayrkinum

mentan01-12-2020 - 16:36 - Jóanis Nielsen

 Hjørdis Joensen, sum hevur verið lærari á Skúlanum á Giljanesi síðan 1989, er nú givin í lærarayrkinum, Hjørdis hevði 67-ára føððingardag í gjár og hevur valt at gevast sum lærari. Hon tók læraraprógv í 1977. Hjørdis er ættað úr Húsavík og gift til Sørvágs.

Í dag var lítil samkoma á skúlanum, í samband við at Hjørdis hevur valt at fara frá, skúlastjórin - Annbritt Toftegaard - helt røðu og handaði gávu til Hjørdis, lærarar bóru fram heilsanir, eisini helt Hjørdis røðu og takkaði fyri seg.

Aftaná var boðið til kaffi og køkur.