Mynd: fv. Daniel Hákunson Dam fíggjarleiðari og Hjalmar Petersen stjóri.

Hjalmar hevur 25 ára starvsdag á Vónini.

vinna02-08-2021 - 15:32 - Jóanis Nielsen

Vónin skrivar: Í gjár hevði stjóri okkara Hjalmar Petersen 25 ára starvsdag.


Hetta var hátíðarhildið í dag har Daniel hevði eina lítla talu og handaði honum ein málning.

Hjalmar byrjaði á Vónini 1. august 1996 og gjørdist síðani stjóri 1. august 2001

Vit ynskja Hjalmar hjartaliga tillukku við starvsdegnum.