Hillsong Young&Free til Føroya

Mentan27-02-2019 - 12:33 - Jóanis Nielsen

Keldan í Skálafirði boðar í dag frá at bólkurin Hillsong Young&Free úr Avstralia koma til Føroya at hava konsert í juni mánaði.


Bólkurin er kendur fyri síni eyðkendu popp løg og hava síðani 2013 givið út 5 fløgur og 19 stakløg.

14 fólk eru við í ferðaliðnum, sum steðgar nakrar dagar í Føroyum í samband við teirra konsertferð í Evropa.

Konsertin verður 11. juni í Kelduni í Skálafirði.