Hildibjartur: Vit eru fegnir um at sleppa aftur til fiskiskap

Vinna15-05-2020 - 20:20 - Jóanis Albert Nielsen

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur í dag útskrivað 41.709 tons av svartkjafti.

Hoyvík sum Thor í Hósvík eigur hevur ligi við bryggju seinastu 4 mánaðirnar, og hava ikki verið til fiskiskap síðani teir vóru lidnir við makrelfiskiskapin í januar mánað.

Hildibjartur Olsen ið er skipari umborð á Hoyvík sigur, at teir eru fegnir um at Hoyvík hevur fingið tilluta 3.000 tons av svartkjafti, men hevði heldur vilja fingið part av menningarkvotuni.

Hildibjartur sigur víðari, at sjálvt um teir umborð á Hoyvík eru fegnir um kvotuna teir hava fingið í dag so heldur hann tað verða spell, at teir ikki sluppu avstað beint sum svartkjafturin kom í føroyskan sjógv, tí tá stendur hann tættast. Tað ljóðar at tað er smáligt fiskarí í løtuni, og heldur Hildibjartur at tað kemst av høgættini.

Føroysku skipini hava landa í Føroym, Íslandi, Írlandi, Norra og Danmark. Hildibjartur sigur, at teir fara har teir fáa besta prísin, og hopar uppá at teir klára at fiska kvotuna.