Hiddenfjord hevur keypt eitt fóðurskip afturat

vinna13-06-2017 - 14:24 - Jóanis Nielsen

 Hiddenfjord hevur keypt eitt fóðurskip afturat, sum er systirskip til skipið MATARHEYGGJUR, sum verður brúkt á Sandavági/Miðvági. MATARHEYGGJUR kom á Miðvág 18. apríl.

Nýggja fóðurskipið er keypt úr Onglandi og verður umbygt í Póllandi, tað verður latið frá skipasmiðjuni um eina viku og mett verður, at tað verður í Føroyum um 1. juli, tað sigur Bogi Jacobsen, leiðari hjá Hiddenfjord.

Nýggja fóðurskipið verður lagt við aliringarnar á Velbastað, teir fara at seta smolt út aftur við Velbastað 10. juli.

Bogi Jacobsen sigur, at allir alibátarnir og fóðurskipini/aliflakarnir hjá Hiddenfjord fara at skifta lit og fáa sama litin sum nýggja skipið hevur - sí myndina - tann grøna Hiddenfjord-litin.

Les eisini: 

Nýtt fóðurskip - MATARHEYGGUR - kom á Miðvág í morgun