Heystið byrjar av álvara nú leygardagin

Mentan21-09-2018 - 10:31 - Jóanis Albert Nielsen

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin 22. September

Nú heystið stendur fyri durunum, fara menn aftur at hugsa um skurðin.

Leygardagin 22. September verður farið í Tjørnuvíksstakk eftir seyði, hetta er hátíðardagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini.

Í ár eru 5 Veðrar at taka.

Kostnaðurin fyri túrin er 100 krónur, tá er døgurðin í bygdarhúsinum íroknaður, hetta er eisini ein lutaseðil uppá eitt feskt tjógv av Stakkinum, lutaseðlarnir verða trektirundir uppboðssøluni.

Eftir døgurðan verða 2 veðrarflettir og síðan sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.00.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.

Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, tombola er aftaná uppboðssøluna og seinni um kvøldið verður dansur í bygdarhúsinum.

Staksnevndin v/Jógvan Magnussen

Tlf 29 46 16