Heyst í Áarstovu

vinna26-10-2020 - 10:15 - Jóanis Nielsen

Aftaná trupla várið hjá matstovunum sæst at aftur er gongd í gastronomiska rákinum og serliga eru tað okkara egnu føroysku rávørurnar sum verða nýttar og nýtulkaðar og td., er stuttligt at síggja at stórt tiltak fyri bóndum var í Silo her fyri og vestur i Vágum hava tey fyriskipað eitt fuglakvøld og i Klaksvik verður skjótt eitt rivkvøld við rivum ur Fugloynni. Matstovurnar Heima Í Havn og einahelst Áarstova er undangongu matstovu við árligum tiltøkum har rávørurnar fylgja árstíðini. Somuleiðis er grøna rákið á Sandi ment sera nógv og ídag telist grønmeti av Sandi millum heimsins bestu.

Komandi fríggjakvøld og leygarkvøld fer Áarstova at hava Heystarkvøld har dentur verður lagdur á úrdráttir av føroyska seyðinum gandað saman við grønmeti av Sandi afturvið champagnu, góðum víni og Mikkeler bjóri.