Heykur og Falkur landa í Runavík

vinna21-09-2020 - 10:46 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Heykur og Falkur brutu túrin av leygardagin, teir høvdu onkrar trupulleikar við trolútgerðini.

Teir landa í Runavík í morgun - 210.000 pund av upsa.

Væntandi fara teir nýggjan túr í kvøld.