Heykur og Falkur landa í Runavík

vinna13-07-2017 - 11:36 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Heykur og Falkur landa í dag til Faroe Origin í Runavík, teir hava tilsamans 210.000 pund, so gott sum alt er upsi.

Teir byrjaðu túrin vestanfyri, men royndu teir seinastu dagarnar eystanfyri.

Teir fara nýggjan túr í kvøld.