Heykur og Falkur hava landað í Runavík

vinna15-06-2017 - 20:10 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Heykur og Falkur hava í dag landað til Faroe Origin í Runavík, teir høvdu tilsamans 270.000 pund, so gott sum alt var upsi.

Teir hava hendan túrin roynt eystanfyri.

Skipini fara nýggjan túr í kvøld.