Heykur og Falkur hava gjørt ein góðan upsatúr

vinna23-11-2015 - 16:10 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Heykur og Falkur landa í morgun til Faroe Origin, teir hava tilsamans 460.000 pund, meginparturin er upsi.

Teir byrjaðu túrin 11. november, fyrst royndu teir vestur úr Mykinesi, men teir seinastu dagarnar hava teir roynt eystanfyri.