Hevur landsstýrimaðurin ætlanir um at útiloka ávís reiðarí frá at bjóða á uppboðssølu

Politikkur17-09-2018 - 17:44 - Jóanis Albert Nielsen

Munnligur fyrispurningur

til

Høgna Hoydal, landsstýrismann

 

viðvíkjandi uppboðssølu av fiskirættindum



1.     Hevur landsstýrimaðurin ætlanir um at útiloka ávís reiðarí frá at bjóða á uppboðssølu av fiskirættinum

2.     Um, ja, ætlar landsstýrismaðurin er gera tað umsitingarligt ella kemur landsstýrismaðurin í Løgtingið við uppskoti um lógarbroyting?

 

Viðmerkingar:

Landsstýrimaðurin í Fiskivinnumálum hevur í miðlunum boða frá, at hann ikki var nøgdur við seinastu uppboðssølurnar av fiskirættinum. Hann gjørdist kløkkur av, at tey sterku reiðaríðini høvdu hægsta boð og keyptu fiskirættindini á uppboðssøluni. Í miðlunum, hevur Høgni Hoydal róð framundir, at ávís reiðaríðir skulu útilokast frá uppboðssølu av fiskirættindum.

Hvussu ein møgulig politisk útreinsan skal gerðast, er tó ikki greitt. Tí verður spurt, hvørjar ætlaninir landsstýrismaðurin hevur, hesum viðvíkjandi.



17. september 2018

Jørgen Niclasen
løgtingsmaður