Hettar er løgnasta avstað ferð, eg havi verið við til

vinna05-04-2020 - 22:20 - Jóanis Nielsen

Rækjutrolarin Arctic Viking loysti seinnapartin, teir fara eystur í russiska partin av Barentshavinum at fiska, sigur skiparin Niklái Petersen.

Hettar er løgnasta avstað ferð, eg havi verið við til. Fólk mestsum skýggjaðu hvønn annan, ongin óviðkomandi kom í nærheitina av landganginum, segði Niklái Petersen skipari fyri løtu síðan.

Manningin telur 16.

Les eisini HER.