Sonni Ragnar Nattestad og hinir á landsliðnum eru klárir at taka ímóti Andorra á Tórsvølli - Mynd: Bjarni Enghamar

Hesir ellivu byrja ímóti Andorra

ítróttur13-10-2020 - 18:55 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Håkan Ericson og Eli Hentze hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Andorra. Broytingar eru í verju- og álopspartinum síðan seinasta dyst

——————

Í kvøld klokkan 19:45 bresta Føroyar og Andorra saman í UEFA Nations League dysti á Tórsvølli. Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl til uppgávuna, og nú verður mestsum bara bíða eftir, at finski dómarin, Antti Munukka skal floyta dystin í gongd.

Tvær broytingar eru í byrjunaruppstillingini hesaferð, sammett við dystin móti Lettlandi farna leygardag. Á høgra bakki kemur Jóannes Kalsø Danielsen inn fyri Gilla Rólantsson Sørensen, og í álopinum avloysir Meinhard Egilsson Olsen Andras Lava Olsen.

Liðið, ið Håkan og Eli senda á vøllin frá byrjan sær soleiðis út: Teitur Gestsson verður í mál, og í verjuni verða Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan verða Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Hallur Hansson og Jóannes Bjartalíð, og fremstu menn verða Meinhard Olsen og Klæmint Olsen.

Undan dystinum eru Føroyar fremst í bólkinum við 7 stigum. Lettland er á 2. pláss við trimum stigum, meðan Malta og Andorra hava 2 stig í part. Klokkan 17:00 føroyska tíð byrjar dysturin millum Lettland og Malta.