Ári Mohr Jónsson hevur fingið afturval til dystin móti Skotlandi - Mynd: Bjarni Enghamar

Hesir byrja móti Skotlandi

ítróttur12-10-2021 - 19:09 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Håkan Ericson og Eli Hentze hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Skotlandi. Heini Vatnsdal avloysir Rene Shaki Joensen, ið hevur leikbann.

Í kvøld klokkan 19:45 tekur føroyska A-landsliðið við monnum ímóti Skotlandi. Talan er um 8. umfar í undankappingini til HM, sum verður í Katar í 2022.

Ein broyting er gjørd á liðnum hesaferð, í mun til teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu móti Eysturríki farna leygardag. Rene Shaki Joensen hevur leikbann, og í hansara stað kemur Heini Vatnsdal.

Føroyska liðið byrjar soleiðis: Teitur Gestsson verður í mál, og í verjuni verða Viljormur Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Odmar Færø og Gilli Sørensen. Miðvøllin manna Ári Mohr Jónsson, Hallur Hansson, Brandur Olsen og Gunnar Vatnhamar, og fremsti maður verður Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum sita Gunnar Nielsen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Jóannes Kalsø Danielsen, Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Klæmint Andrasson Olsen, Hørður Askham, Tróndur Jensen, Petur Knudsen, John Frederiksen og Hannes Agnarsson.