Hesi hittast í Faxe Kondi kappingini

ítróttur17-12-2018 - 12:14 - Jóanis Albert Nielsen

Nú landskappingin er hálvrunnin, er greitt hvørji lið hittast í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini, sum byrjar í januar.

Liðini eru býtt eftir plássi í landskappingini. Eitt, fýra og fimm, og tvey,trý og seks eru í sama bólki hjá kvinnum, saman við Stjørnuni 2 og Neistanum 2 í hvør sínum bólki, meðan tað hjá monnum er sami leistur, men við einum liði úr næstbestu deildini, sum er Kyndil 2.

Kappingarnevndin hevur drigið lut millum Stjørnuna 2 og Neistan 2, og hini liðini er býtt eftir plaseringini í landskappingini.