Hesi fingu menningarkvoturnar

Vinna14-08-2018 - 16:26 - Jóanis Albert Nielsen
38 umsóknir komu inn til menningarkvoturnar í ár, og nú er greitt hvør hevur fingið menningarkvotur í ár.

Sambært Kringvarpinum so er virðið á menningarkvotunum 66 mió kr.

28. mai var freistin at lata umsóknir inn um at fáa menningarkvotu, og 17. juli lat nevndin sítt tilmæli til Høgna Hoydal landsstýrismann.

Tey 38 ið søktu um menningarkvotu eru úr øllum landinum.

Sett av til menningarkvotu er fyri 2018

42000 tons av svartkjafti.

8700 av makreli.

7500 av sild.

Hesi fingu menningarkvoturnar 2018:

Vestmanna fiskavirki (Norðstreymi)

Pf. Skip/Snarfrost (Vágar)

Pf. Sjógæti (Norðureysturoy / Norðstreym)

Rock Trawldors (Suðuroy)

Vørustíggjur (Sandoy)

Delta Seafood (Suðuroy)

Jókin (Suðuroy)

Kósin Seafood og Næraberg (Norðoyggjar / Suðuroy)

Steintór og TG Fish (Suðuroy)