Herleif Hammer settur sum stjóri á Tjóðsavni Føroya

mentan29-05-2017 - 13:45 - Jóanis Nielsen

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Herleif Hammer í starvið sum stjóri á Tjóðsavni Føroya frá 1. august 2017 at rokna. Starvið, ið er áramálssett, er sett í fimm ár.

Herleif Hammer er 46 ára gamal og útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya og Århus Universiteti umframt at hann hevur tikið leiðsluútbúgving “Ledelse i praksis”. Í løtuni starvast hann sum rektari í Hoydølum og sum undirvísingarstjóri á Glasi.

Herleif Hammer hevur m.a. drúgvar leiðsluroyndir frá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði (Glasir), har hann hevur starvast síðstu 15 árini, bæði sum umsitingarleiðari, vararektari og síðan 2013 sum rektari.

Kelda: mmr.fo