Hergeir á Mýruni hevur listaframsýning á Vestanstevnuni

mentan12-07-2018 - 10:41 - Jóanis Nielsen

 Hergeir á Mýruni er sandavágsmaður, hann hevur búð í Íslandi í mong ár, men vitjar javnan aftur, Hergeir er listamaður, hann hevur altíð nógva list við, tá ið hann vitjar.

Á Vestanstevnuni fer hannn at stilla út í barnaheiminum t.e. hjá Arendal á Mýruni, tað verður í bilhúsinum hjá Arendal.