Herfinn sýnir fram á listavegginum hjá Betri í august

mentan07-08-2018 - 13:54 - Jóanis Nielsen

Í august mánaðin er tað myndamaðurin Herfinn Thomassen úr Sørvági, sum ið vit kenna sum HT-foto, sum sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági.

Herfinn hevur tikið myndir tey seinastu 10 árini, og fyri fimm árum síðani stovnaði hann sína egnu fyritøku.

Allar myndirnar Herfinn tekur, prentar hann út sjálvur,á ymiskt lørift.