Herdis Sandberg Rasmussen verður við á framsýning í New York

mentan23-09-2017 - 22:01 - Jóanis Nielsen

Unga miðvágskvinnan - Herdis Sandberg Rasmussen - verður við á eini listaframsýning í New York, sum letur upp 6. oktober.

Herdis hevur frá barnsbeini av fingist nógv við list, serliga blýantstekningar.

Myndina, sum vit brúka til hesa greinina, tóku vit á Vestanstevnu í ár, tá ið hon hevði framsýning í Miðvági.