Helgi: Vit settu dagsskránna móti sterka Sveis-liðnum

ítróttur06-01-2017 - 21:57 - Jóanis Albert Nielsen
Eftir sigurin hjá Føroyum, hittu vit ein væl nøgdan strikuspælara - Helga Hoydal.

Hvat væntaðu tit av dystinum áðrenn hann fór í gongd.
- Vit væntaðu at vit møttu einum sterkum liði, tí fyri góðum 8 mánaðum síðani leiktu við móti teimum, og tá vóru teir sera sterkir, vit taptu ímóti teimum tá. Men tað er ikki akkurát tað sama liðið, teir høvdu við í dag, tí nakrir hjá teimum eru skaddir, og aðrir eru við A-landsliðnum hjá Sveis - tað sigur eitt sindur um styrkina hjá liðnum. Vónirnar vóru at vit fóru inn at gera alt okkara besta, soleiðis at vit kundu verða nøgdir aftaná, og hyggja vit nú eftir úrslitinum, so kunnu vit heilt sikkurt vera væl nøgdir nú.

Høvdu tit tak á dystinum í gjøgnum allan dystin?
- Tað eru heilt sikkurt vit stýra dystinum frá byrjan av. Hvørjaferð teir koma við einum móttrekki, fáa vit bast tí. Tað eru vit ið settu dagsskránna.

Tá ið teir komu uppá javnleik beint fyri dystarlok, hvat hugsaði tú tá?
- Eg var ikki í iva, tað vórðu fleiri hjá okkum ið vildu avgerða dystin, og tað vísti teir eisini, segði ein vælnøgdur Helgi Hoydal við JN.fo fyri løtu síðani.