Helgi við í kvalifikatiónskappingini til HM

ítróttur13-09-2019 - 15:44 - Jóanis Nielsen

 Í døgunum frá 9. september til 4. oktober 2019 verður kvalifikatiónskappingin til HM telvað í Khanty-Mansiysk í Russlandi. Hetta er ein kapping, har finalistarnir av teimum 128 telvararunum kappast um at vinna sær luttøku í kandidat-kappingini, har vinnarin sleppur at royna at vinna heimsmeistaraheitið frá Magnusi Carlsen.

Helgi Dam Ziska vann sær luttøku í kvalifikatiónskappingini, tá ið hann vann kappingina “European Small Nations Indivudual Chess Championship 2018”, ið var telvað í Klaksvík í apríl 2018.

Kappingin er skipað á tann hátt, at tann hægst rataði telvarin av teimum 128 telvarunum, møtir telvaranum í miðuni, osfr. Tann ið hevur flest stig eftir tvey talv, hevur vunnið. Um tað tá stendur á jøvnum, verður eitt umtalv telvað. Vinnarirnir fara so víðari í kappingini, meðan taparirnir rúka út.

Helgi, ið er nr. 119 á listanum, møtti aftur í ár Teimour Radjabov úr Azerbaijan, ið er styrkismettur sum nr. 17 í heiminum, og nr. 2 í heimlandi sínum. Helgi tapti tað fyrsta talvið, meðan tað seinna endaði javnt. Tískil vann Radjabov 1½ – ½ og fer víðari í kappingini, meðan Helgi er útsligin úr kappingini.

Helgi møtti júst sama telvara í somu kapping í 2017, og varð úrslitið júst tað sama eisini.

Tey bæði talvini frá kappingini í ár kunnu síggjast niðanfyri.

Radjabov, Teimour2758
Ziska, Helgi Dam2533
FIDE World Cup 20191.1
10. september 2019Khanty-Mansiysk RUS
1.d4Nf62.c4g63.Nf3Bg74.g3O-O5.Bg2d66.O-Oc67.Nc3Qa58.Bd2Qa69.b3d510.cxd5cxd511.b4Bf512.Qb3Qd613.b5Ne414.Bf4Qd815.Rfc1e616.Nxe4Bxe417.Qb4a518.Qd2Qb619.Ne5Bxg220.Kxg2f621.Nd3Nd722.Nc5Nxc523.Rxc5Rfc824.Rac1Rxc525.Rxc5e526.Be3Rd827.Qc3Bf828.Rc8Rxc829.Qxc8exd430.Bh6Qd631.b61–0
8
7
6
5
4
3
2
1
a
b
c
d
e
f
g
h
Ziska, Helgi DamGM2533
Radjabov, TeimourGM2758
FIDE World Cup 20191.2
12. september 2019Khanty-Mansiysk RUS
1.e4e52.Nf3Nc63.Bc4Bc54.O-ONf65.d3O-O6.h3h67.c3d68.a4a69.Re1Ba710.Nbd2Be611.Bxe6fxe612.b4Nh513.Ra2Qe814.Nf1Nf415.Kh2Qf716.Be3Bxe317.fxe3Ng618.Qb3Kh719.a5Qd720.N1d2d521.d4Qd622.Kg1Kh823.Raa1Nce724.c4c625.Qc3exd426.exd4Qg327.Nf1Qf428.N1d2Qg329.Nf1Qf430.N1d2Qg3½–½
8
7
6
5
4
3
2
1
a
b
c
d
e
f
g
h