Helgi er úti í tveir mánaðir

ítróttur12-01-2018 - 22:52 - Jóanis Albert Nielsen

Strikuspælarin, Helgi H. Hoydal, var hvørki við í dystinum í dag móti Rumenia ella í dystinum í morgin móti Italia.

– Tíverri fái eg ikki spælt aftur í hesi HM-undankappingini. Eg havi verið á skaðastovuni í dag og fekk at vita, at eg havi eitt beinbrot í fótinum og skal binda frið í tveir mánaðir, sigur ein vónbrotin Helgi Hoydal.

Tað var í seinna hálvleiki í dystinum í gjár móti Ukraina, at skaðin hendi, tá Helgi í verjustøðu hoppaði eftir bóltinum og lendi skeivt og beklaði.

Føroyar hava tríggjar strikuspælarar við í hópinum, so nú verða tað Rókur Akralíð og Sigmundur Nolsøe, sum skulu traðka til uttan Helga.