Heit kelda funnin í Eysturoyartunlinum

vinna13-06-2018 - 21:20 - Jóanis Nielsen

Jarðfeingið skrivar:

Fyri umleið trimum vikum síðani raktu arbeiðsmenn í Eysturoyartunlinum brádliga við heitt vatn Tofta-megin rundkoyringina. Økið, har rúkandi vatnið er funnið, er áleið 425 metrar frá rundkoyringini ímóti Rókini. Ein stutt filmsupptøka, sum arbeiðsmenn í tunlinum hava tikið upp, vísir, hvussu vatnið rýkur og møguliga eisini kókar. Sambært arbeiðsmonnunum hendir sama fyribrigdi aftur umleið 10 metrar longur inn ímóti Toftum, hesa ferð er vatnið tó meiri runut. Enn er ikki møguligt at siga meira um fyribrigdið, og kanningar eru í gongd.

Trýst her fyri at síggja stuttu filmsupptøkuna av fyribrigdinum (Kelda, video: Hjalmar Suni Juul)