Heini um hondbóltslandsliðið

ítróttur14-01-2018 - 00:01 - Jóanis Albert Nielsen

Á pappírinum tóktist liðið fyri mær vera vælstillað á øllum plássum, men eg má ásanna, at eg fór skeivur. Har vóru nógvir "blindir ferðandi" millum teir 14. 8 máls tap móti Ukraina og Romenia er sum so heiðurligt, men har varð eisini kompenserað nógv við kreftunum frá teirra síðu. Eg má siga, at eg skilji ikki, hví Julian Olsen ikki er við sum play-makari. Hann er fullur í orku, uttan iva best koyrandi føroyingurin á plássinum í løtuni og hartil ungur. Tað sama við strikuspælarunum Pætur Mikkjalsson og Rógva Dal Christiansen. Teir eru væl fyri og spæla væl í ár, og harafturat ungir og hava framtíð í sær. Áki Egilsnes er so væl fyri sum ongantíð áður. Hann er kanska hálvt høvdið lægri enn Sámal á Tjaldrafløtti, men Sámal sást heldur ikki vera í sínum lívs ‘formi’, sum væl eigur at vera minsta kravið, tá landsdystir eru fyri. Tað sama við Róa Berg Hansen. Hann hevur altíð víst eitt ótrúligt áræði í dysti. Hvar er hann? Annars saknaði eg hierarki á liðnum. Har var ongin stýring í verjuni, og eg dugi ikki at síggja nakran millum verandi verjuspælarar sum egnaðan skipara av verjuni í løtuni. Tað skal skúlast bæði viðv. spælskipanum og tí verbala - ikki minni. Har manglaði neisti og temperament - í den grad. Í løtuni dugi eg ikki at síggja fidusin av at hava hasar báðar tveir donsku venjararnar. Teir hava tíð til hondbólt, gamaní, men hava onga 'erfaring', kenna hvørki søguna handan spælararnar ella føroysku mentanina sum heild. Hvar er Ingi Olsen? Hví spæla seg av við mannin, sum kennir allar hesar og allar hinar, sum renna runt í Føroyum. Hann hava vit givið til Grønlendska landsliðið, sum inniheldur nógvar spælarar í donsku liguni. Hvat er tað fyri ein tápuligur regul, at av tí at Ingi er pápi tveir góðar spælarar, at hann so ikki kann vera venjari?! HSF eigur at leggja høvdið væl og virðiliga í blot og hugsa um kontinuitet - ein spælarahóp, sum satsast kann uppá nøkur ár fram og at eitt hierarki samstundis verður bygt á liðnum, so vit sleppa undan at síggja mongu og forvirrandi útskiftingarnar gjøgnum 'svinghurðina', sum Súni Merkistein tók so rámandi til, í framtíðini.

Heini Hanusarson.