Heimsins størsta seismikkskip á Fuglafjørð í kvøld

Vinna07-07-2017 - 16:22 - Jóanis Albert Nielsen

Oljan.fo skrivar: Fuglafjørður er í dag karmur um vitjan av ikki færri enn tveimum av heimsins størstu seismikkskipum. Skipini koma til Føroya fyri at skifta manning, bunkra, proviantera og fáa aðrar vørur og tænastur. Eingin ivi er um, at hetta er ein stórur dagur fyri tey mongu, sum arbeiða – bæði í vinnuni og hjá myndugleikunum - fyri at gera Føroyar til ein maritiman tilfeingisdepil, eitt stað, har útlendsk skip kunnu fáa mest sum allar tær vørur og tænastur, sum tey hava tørv á í sínum arbeiði her í Norðuratlantshavi og á øðrum høvum, les meira her.