Heimatænastan í Vágum skal hava nýggjan leiðara

Lýsing23-07-2019 - 23:37 - Jóanis Albert Nielsen

Heimatænastan í Vágum skal hava nýggjan leiðara at standa á odda fyri virkseminum og hava fakliga, fíggjarliga, fyrisitingarliga og starvsfólkaliga ábyrgd av allari Heimatænastuni.

Talan er um eitt spennandi, fjøllbroytt og avbjóðandi starv, har tú verður við til at mynda og menna Heimatænastuna í Vágum, og at tryggja tænastur á høgum støði.

Høvuðsuppgávur

Høvuðsuppgávan er at hava yvirskipaða ábyrgd av Heimatænastuni í Vágunum. Tað vil m.a. siga ábyrgd av støðugt at eftirmeta og optimera arbeiðsgongdir og tryggja, at Heimatænastan fylgir kravdum fakligum standardum, leiðreglum og fakligum normum, og brúkar góðkendar skipanir, sum tryggja fakliga dyggar mannagongdir.

Uppgávan er eisini at tryggja, at Heimatænastan fylgir fyrisitingarligum mannagongdum og leiðreglum, og at rættartrygdin hjá búfólkum og borgarum er í lagi.

Inneftir skal leiðarin skapa góðar karmar og sjónlig virði, soleiðis at Heimatænastan er eitt gott og mennandi arbeiðspláss, sum dregur dugnalig starvsfólk at sær.

Mótvegis stýrinum fyri Heimatænastuna hevur leiðarin ábyrgd av, at fíggjarætlanin fyri Heimatænastuna verður fylgd, og at játtanin heldur, at samskifta um yvirskipað viðurskifti, veita stýrinum ráð, vegleiðing og regluliga kunning, og at vera fundarskrivari.

Førleikakrøv

Leiðarin skal hava viðkomandi útbúgving og leiðsluroyndir. Tað er ein fyrimunur at hava eftirútbúgving innan leiðslu, innlit í eldraøkið og royndir at fyrisita og fíggjarstýra.

Leiðarar, sum í verki hava víst góð leiðaraevni og megnað at seta trivna og menning í hásæti, hava fyrimun, eins og hugur og evni at samskifta og samstarva við borgarar, avvarðandi, starvsfólk, politiska myndugleikan og aðrar samstarvspartar eru ein fortreyt.

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Leiðarin vísir til stýrið í samstarvinum. Setanarstaður er Heimatænastan í Vágum, og dagliga arbeiðsplássið verður á Sýnini.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til:

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóra og stýrisformann tlf. 794 410, ella Aimé Jacobsen, borgarstjóra og næstformann í stýrinum tlf. 233 200.

Umsókn

Skrivlig umsókn skal saman við prógvum og upplýsing um útbúgving og royndir sendast til:

Vága Kommmunu
Hammershaimsvegur 1
360 Sandavágur

ella teldupostadressu: eyddis@vaga.fo

Merk umsóknina: Leiðari til Heimatænastuna


Umsóknarfreistin er:
22.08.2019 kl. 12.00

Um Heimatænastuna í Vágum

Heimatænastan í Vágum er skipað interkommunalt. Ovasta leiðslan er eitt stýri, sum kommunustýrini í Vága og Sørvágs kommunum velja.

Tænastunar eru skipaðar eftir Løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014. Endamálið við tænastunum er, at: Fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan, at veita rehabilitering, fyribyrgjan, røkt og umsorgan.

Borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.
Í løtuni starvast tilsamans 73 fólk í Heimatænastuni í Vágum svarandi til 54 ársverk.

Umleið 150 fólk fáa tænastur, sum kunnu vera heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi rørðsluvenjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár. Harumframt eru 37 búð-, rehabiliterings- og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini.