Heimafriður = Landshavn í Føroyum er loysnin

Politikkur26-05-2019 - 22:06 - Jóanis Albert Nielsen

Tað er stórt fokus á larm og royk ímillum fólk í dag. Nøkur halda, at tað er grenj, onnur halda, at hetta er alneyðugt, tí hetta gevur pening. Og so eru tað nøkur, sum fáa andaneyð. Tað er so ymiskt, hvussu fólk hava tað við hesum. Eg kenni væl til trupulleikan, bæði sum borgari, sjómaður og kommunalpolitikkari. Eg havi ofta gjørt mær tankar um, hvussu hesin trupulleikin kann verða loystur fyri alt landið. Loysnin er ein felags avskipingarhavn í Føroyum. Á fundi í býráðssalinum tann 6. oktobur 2018 við trimum umboðum fyri Heimafrið, varð tosað um at veita landsstreym til skip í Runavíkar havn. Ein rættuliga kostnaðarmikil verkætlan, um allar fimm høvuðshavnirnar + Kollafjørð, skulu innstallera hvør sína elskipan til skip. Persónliga haldi eg, at alt landið burdi arbeitt saman um eina felags avskipingarhavn. Tróndur Úr Gøtu fann útav, fyri meira enn 1000 árum síðani, at Skálafjørðurin var bestur til hansara bátar. 

Navnið Kongshavn finst longu í 1650, og er hetta besta ankarpláss í landinum. 
Enska hermótið valdi Konshavn sum høvuðsbasa undir WW2. 
Oljufeløgini valdu eisini Kongshavn sum høvuðsbasa, tá oljuhavn skuldi finnast. 
Eysturoyartunnilin er “Peny Lane” fyri eitt gott samstarv. Ein felags avskipingarhavn eigur at verða gjørd innast á Kongshavn. So verður sloppið undan elveiting sum tað fyrsta. Um tað so seinni verður neyðugt, so er tað bara tann eina installatiónin, sum skal gerast. Postnummari stýrir afturberingini av vørugjaldinum. So ístaðin fyri at brúka milliónir uppá at byggja kajøki á hvørjum tanga, kann peningurin brúkast til tær kommunalu veitingarnar, sum borgarin hevur krav uppá. 

Jonhard Danielsen valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið 2019.