Heilsufremjandi venjingar fyri heimabúgvandi pensionistar í Vágum

mentan07-09-2017 - 15:54 - Jóanis Nielsen

Endamálið við venjingunum er at økja um vælveruna hjá tí einstaka, og at borgarin so leingi sum tilber, verður sjálvhjálpin og virkin, bæði heima og úti.

Dentur verður lagdur á fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og styrkivenjingar.

Venjingartíðir:mána- og hósdag kl. 14:30-15:30

Byrjað verður:mánadagin, 18. sept. 2017

Staður:Skúlin á Giljanesi (fimleikarhøllin)

Flutningur:Bussur koyrir til og frá eftir ynski

Tilmelding:Á tel. 79 32 00, yrkadagar millum 9-13

Vinarliga

Heimatænastan í Vágum