Heilsudepilin skal ikki úr Vágum

politikkur29-03-2017 - 14:50 -

Landstýrið hevur sent kunning út um ætlanir um at miðsavna heilsutænasturnar nærri at borgaranum. Men samstundis sum tey siga nærri borgaranum, verður sagt, at deplar skulu miðsavnast í økir. Eftir uppskotinum, sum fyriliggur, merkir tað, at Vágar, norður Streymoy og norðasti parturin av Eysturoy skulu í eitt øki.

Heilsudepilin skal ikki úr Vágum.

Hetta er eitt ófrávíkiligt krav frá okkum úr Vágum.

Vit hava í dag eina loysn í Vágum. Vit hava ein góðkendan vælútbygdan heilsudepil og sjúkrabilatænastu í oynni við sera dugnaligum starvsfólkum. Hetta er nakað vit hava stríðst fyri í sera góðum samstarvi við Siri Stenberg, landstýriskvinnu og Kartin Hansen landstýrismann.

Heilsudepilin er ein tann best útgjørdi og mest tvørfakliga samansetti depil í landinum.

Henda heilsudepil vilja vit her vesturi halda fast við. Støðan má og skal ikki broytast til tað verra.

Nakrir betringar skulu gerast á deplinum, tað vita vit. Til dømis felags móttøku og tættari felags tvørfakligt samstarv. Hetta merkir eina betur samskipaða tænastu til borgaran. (Borgaragongd).

Hetta hava vit havt fundir við Siri Stenberg um. Allar tænastur eru á deplinum eru góðar, men har manglar ein felags móttøka við skrivara, fyri at gera viðurskiftini uppaftur betur fyri okkara borgarar.

Í Heilsudeplinum í Vágumhava vit í dag:

Kommunulæknar

Fysioterapi

Diatist - Kostráðgeva

Sálarfrøðing

Gigni

Økispsykiatri

Heimasjúkratøktarfrøðingar (Heimat,)

Sjúkrarøktarfrøðingur er ikki knýttur til kommunulæknan longur. Henda tænasta má fáast aftur.

Uppgávan hjá Vága og Sørvágs kommunum er at BERJAST fyri at varðveita OKKARA heilsudepil.

Vit hava havt sera gott samstarv við heilsumálaráðið og hava stóra virðing fyri arbeiði teirra.

Vit vilja eisini sera fegin samstarva við aðrir heilsudeplar, men bara at hava viðtaluhølir í Vágum og miðsavna allar hinar tænasturnar, góðtakað vit ikki.

So, góða Siri, halt fast við tykkara góðkenning av Heilsudeplinum í Vágum.

Rósa Samuelsen, býráðslimur og varaborgarstjóri í Vága kommunu.