Heilsan til føroyingar, føddir uttanlands

Politikkur25-08-2019 - 11:31 - Jóanis Albert Nielsen

Sum føroyingur, kommunulækni í Havn, valevni Fólkafloksins, giftur konu úr Filipsoyggjum (vit eiga 4 børn) heiti eg á allar útlendingar, ið búgva, arbeiða, gjalda skatt, hava familju og valrætt í Føroyum, um at velja Fólkaflokkin ella meg persónliga til løgtingsvalið.

Um eg verði valdur á løgting, fari eg at virka fyri at skipa viðurskiftini betur hjá okkara uml. 1.500 nýggju (og komandi) landsmonnum og -kvinnum.

Tað er í tykkara og í okkara 'innføddu' føroyinga áhuga, at vit fáa integratiónina av tykkum í okkara samfelag, í føroyskt mál, mentan og samleika at virka betur enn higartil.

Eg fari at leggja doyin á, at Útlendingastovan, sum vit rinda skatt til, verður meiri sjálvstøðug og virkin, so at munligt og skrivligt samskifti millum myndugleikar og nýggjar føroyingar virkar skjótari og betur.

Land og kommur eiga at samstarva um og játta neyðugan pening til eina samskipaða og einsháttaða frálæru í føroyskum máli og samfelagslæru, so okkara nýggju landsmenn og -kvinnur og serliga okkara børn skjótari verða ein náttúrligur og inngrógvin partur av Føroya fólki.

Soleiðis fáa Føroyar gagn av tí persónliga og sosiala kapitali, ið fleiri av okkara nýggju borgarum eru útbúgvin til heimanífrá ella eftir, at tey fluttu higar.

Tá vit brúka hugtakið 'nýggjur' føroyingur er meint við fólk, sum í verki prógva, at tey eru fús til at arbeiða, at gjalda skatt og sostatt tilføra føroyska búskapinum virði, og at tey vísa vilja til at læra mál og mentan og verða inngrógvin partur av samfelagnum.

Mong av okkara nýggju landsmonnum og -kvinnum arbeiða ófaklært arbeiði (summi meiri enn eitt), og tí eru tey millum teir mongu føroyingar, ið hava miðal og lága inntøku.

Mín skattapolitiska hugsjón er, at lág- og miðalinntøkur verða lægri skattaðar enn nú, so at eisini okkara nýkomnu fáa góða byrjan í lívinum her og møguleikar til at seta egið búgv fyri seg og (um gift) sínar føroysku familjur.

-------------------------------------------------------------------------------------------------



Sámal Jákup Sakarisson, General Medical Practitioner, candidate Fólkaflokkurin

Greetings to Faroe Islanders, born in other countries

I appeal to all newly arrived Faroese residents, if you have been granted citizenship and the right to vote for the coming Løgting election, to vote for me personally or my People's Party.

I'm myself am a native born General Medical Practitioner, happily married to a Philipino lady, and we are the proud parents of 4 young children.

It is my political wish to serve all Faroese, including those of you who came here to work, pay taxes, set up a family or in other ways to contribute to the Faroe economy and society.

Lower taxes on low and medium incomes and a smoother integration is my main goal if I get elected into Faroe Parliament.


Sámal Jákup Sakarisson, lækni og valevni Fólkafloksins