Myndina tók Ólavur Frederiksen. Fólkini á myndini eru: Fv. Alda Joensen, Mentamálaráðið, Randi Samsonsen, LISA, Niels Mortensen, nevndarformaður Atlantic Airways og Heiðrikur á Heygum.

Heiðrikur á Heygum fær Listaflog 2018

Mentan29-03-2018 - 11:03 - Jóanis Albert Nielsen

Á hátíðarhaldi í Hangarinum á flogvøllinum í gjár í sambandi við, at Atlantic Airways í gjár hátíðarhelt 30 ár á føroyskum veingjum, varð millum annað Listaflog 2018 handað. Hetta er onnur ferðin stuðulin verður latin. Inn komu 36 umsóknir, sum søktu um tilsamans 2,4 milliónir krónur.

Í ár gjørdist tað Heiðrikur á Heygum, marglistamaður, ið fekk allan stuðulin á 100.000 krónur.

Stuðulin skal brúkast til eina framsýning á Det Nordatlantiske Fyr í Hanstholm í Danmark í oktober, og eftir hetta verður framsýningin eisini sett upp í Føroyum. Talan er um eina video-innstallatións-framsýning, hvørs endamál er at lýsa Føroyar sum eina livandi veru.

Í nevndini fyri Listaflog sótu í ár Randi Samsonsen, LISA, Alda Joensen frá Mentamálaráðnum og Jóhanna á Bergi, Atlantic Airways.

Tær grundgeva millum annað soleiðis fyri, at valið fall á Heiðrik á Heygum.

”Installatiónsvideolist er ein í Føroyum spírandi listagrein, og verkætlanin hjá Heiðriki á Heygum fer at viðgera mentan,náttúru og menniskjað á nýggjan, forvitnisligan hátt, har listamaðurin fer at sameina tað visuella og tónleikin. Heiðrikur á Heygum er ein gávaður listamaður, sum hevur víst dygdir bæði gjøgnum tónleik, film og myndlist. Væntandi fer framsýningin at bjóða okkum áskoðarum av við hesi øðrvísi, livandi og femininu roynd at seta andlit á Føroyar, og vónandi verður hon enn eitt klípi á áhugaverdu listaleið Heiðriks.”

Verkætlanin verður millum annað lýst soleiðis:

“Evnið er Føroyar, og hvussu landið hevði verið skapt, ella hvussu tað hevði ljóðað sum livandi vera. Hvussu hevði hon/hann sæð út, og hvussu hevði tað komið til sjóndar.

Eftir mínum tykki eru Føroyar ofta lýstar harðar og "mansligar", og tí vil eg fegin vísa mína "femininu" áskoðan av Føroyum, og hvussu náttúran fyri mær kann tykjast kvinnulig, sterk, vøkur, vandamikil og følin. Myndirnar, sum eg ætli mær at seta upp, skulu ikki vera sum tær vanligu myndirnar, fólk taka av Føroyum, men meira formar og snið sum tykjast meira dreymakend.

Hetta er ein spennandi verkætlan fyri meg, har eg fái høvi til at sameina bæði míni fak við video og list.”

Heiðrik á Heygum fegnast um stuðulin og sigur:

”Verkætlanin hevði als ikki borið til uttan hendan stuðulin, so hetta hevur sjálvandi nógv at siga fyri meg. Hetta er eitt gott høvi at vísa á føroyska list bæði uttanlands og í Føroyum. Samstundis taki eg tað, sum eitt herðaklapp, at Atlantic Airways við stuðlinum viðurkennir meg sum ein dugnaligan listamann og sær virðið í at gera íløgur í listafólk, sum onkursvegna eisini virka sum postkort fyri Føroyar uttanlands.”

Listaflog er stuðulsskipan hjá Atlantic Airways, ið varð sett á stovn í 2016, tá ið flogfør og tyrlur fingu nøvn eftir mætum, føroyskum listafólkum. Listaflog letur eina ferð um árið 100.000 krónur í stuðli til eitt ella fleiri føroysk listafólk og/ella listaverkætlanir.

Stuðulin var á fyrsta sinni latin í 2017 til Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen, ið fingu 100.000 krónur til framsýningina Lonely Hearts. Í ár er tað marglistamaðurin, Heiðrik á Heygum, ið fær allan stuðulin á 100.000 krónur til eina video-installatións-framsýning.