Heiðri Merkið framum útvarpssamrøðu

Politikkur23-05-2019 - 13:40 - Jóanis Albert Nielsen

Eftir ætlan skuldi eg vera við í útvarpssamrøðu um fólkatingsvalið í dag. Hóast eg havi gjørt eina roynd, at fáa samrøðuna bandaða ella flutta, hevur hetta ikki latið seg gjørt.

Túrurin varð lagdur til rættis í fjør, og eg havi játtað at halda røðu í samband við stóra tiltakið, sum felagið Føroysk Træseglskip standa fyri í Odense, saman við Norðuratlantiska húsinum í Odense.

Í dag eri eg ávegis til Odense, at heiðra Merkinum og øllum teimum mongu træseglskipunum, sum stevna inn kl. 18.00. Hetta havi eg sæð fram til, bæði tí at skipini umboða ein so stóran part av okkara mentanararvi, og tí at Merkið hevur havt grundleggjandi týdning undir okkara tjóðarbygging.

Tí var valið faktiskt lætt. Tá ið samrøðan ikki kann flytast ella bandast, so velji eg sjálvandi at heiða Merkinum og okkara siglandi mentanararvi framum eina einstaka útvarpssamrøðu um danska fólkatingsvalið.

Jógvan Skorheim,
formaður í Sjálvstýri