Heðin Mortensen: Hestleiðin skal varðveitast

politikkur11-02-2020 - 14:25 - Jóanis Nielsen

Stjórin á Strandferðsluni boðar í hesum døgum frá, at eingin fígging er sett av til Hestleiðina, og tí verður Spógvin lagdur. Tað hevur fingið Heðin Mortensen at seta landsstýrismanninum við samferðslumálum ein fyrispurning um evnið.

Hestfólk óttast nú at missa eykatúrarnar við Strandferðsluni, tí eingin fígging er sett av til leiðina út í oynna. Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, vísir á, at hópur av fólki roynir at halda lív í oynni og skapa ymsa vinnu, og undir ongum umstøðum eigur tað almenna at ganga undan at avtofta bygdina. Tí fer hann í morgin at seta landsstýrismanninum við samferðslumálum ein munnligan fyrispurning um hetta.

- Hestfólk hava verið glað fyri eykatúrarnar við Spógvanum, sum gav teimum nógv fleiri møguleikar at búgva í Hesti og arbeiða í Havn. Her verður víst til morguntúrin kl. 7, túrar hvønn gerandisdag kl. 14.30 og kl. 17.10, og so túrin hvønn dag kl. 19.10 av Gomlurætt, sigur Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen vil vita, hvat kemur ístaðin fyri túrarnar við Spógvanum. Hví ongin fígging er sett av til rutuna út í Hest, nú nýtt fíggjarár júst er byrjað? Og um hestfólk kunnu rokna við at fáa færri túrar av hesum ávum? Eisini vil hann hava landsstýrismannin at tryggja, at hestfólk í minsta lagi fáa eins nógvar túrar út í Hest, sum tey fáa í dag.

- Tað er so ómetaliga einfalt. Skulu fólk fáast at búgva fast í oynni, so má ein trygg og góð farleið leggjast beinanvegin, sigur Heðin Mortensen.