Hebridean Sky vitjar í Vestmanna í dag

Vinna24-06-2019 - 07:47 - Jóanis Albert Nielsen

Ferðamannaskipið Hebridean Sky kom til Føroyar tíðliga í gjár, og var skipið á Havnini í gjár. Í dag vitjar tað í Vestmanna.

Skipið var tikið í brúk í 1991, og var heimahoyrandi í Libera fram til í 2004. Tá tað skiftið at sigla undir flagginum hjá Bahamas fram til 2005. Í 2005 til 2011 flaggaði skipið við flagginum hjá Malta. Frá 2011 til 2016 var tað undir flagginum hjá Marshall Islands, og fór tá aftur undir flaggi hjá Bahamas.

Skipið er bygd í Italia. Tað er 90 metrar langt og 30 metrar breitt. Tað eru pláss fyri 120 ferðafólkum og manningin telur 72 fólk.

Hebridean Sky var umbygd í 2016.