HDYGD Open 2019 verður 12. og 13. januar

ítróttur03-01-2019 - 19:38 - Jóanis Nielsen

HDYGD Open 2019


MBF & BSF bjóða hervið til 4. umfar av badminton Grandprix hjá U-11, U-13,
U-15, U-17 og vaksnum. Kappingin verður í høllini á Giljanesi og í KOLLAFIRÐI.

Dato: ​Leygardag 12 januar á Giljanesi frá kl. 9:00; ​U11 + U17
Leygardag 12 januar í Kollafirði frá kl 9:00: ​U13 + U15
Sunnudag 13 januar á Giljanesi frá kl. 13:00:​Vaksin

Tíðarætlan og skrá verður at síggja áwww.bsf.fofrá hósdegnum ádrenn kappingina


Greinar: Einmansleikur, (gentur og dreingir spæla møguliga í sama bólki).

Meldið til í:

U11 A, B, C ella D (fødd 2008 og yngri)
U13 A, B, C ella D (fødd 2007 og 2006)
U15 A, B, C ella D (fødd 2005 og 2005)
U17 A ella B (fødd 2003 og 2003)
Vaksin A ella B

Reglugerð: ​Spælt verður sambært "DBF´s turneringsreglement." (tó verður møguliga spælt til færri enn 21 stig). Kappingin verður skipað sum “pool/cup” kapping, treytað av luttakaratalinum. BSF tilskilar sær rættin til at gera seedningar (vanliga 2 spælarar). Lesið meira um Grand Prix kappingina áwww.bsf.fo.

Heidursmerki: Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum.​

Gjald: ​U-11, U-13, U-15, U-17: ​kr. 50,-
Vaksin: ​​​kr. 100,-
Peningurin skal gjaldast í høllini á kappingardegnum.

Tilmelding: ​Feløgini skulu senda samlaða tilmelding til Miðvágs Badmintonfelag í seinasta lagi leygardag 7. JANUAR 2019 kl.18.00.

Send til MBFtilmelding@gmail.com

Avboð: ​Ber ikki til at møta til kappingin (til dømis vegna sjúku), verða tit vinarliga biðin um at melda avboð.
• Áðrenn kappingarnar til Hans Petur Weihe (Tlf : 295107).
• Kappingina hjá teimum vaksnu til Poul Poulsen (Tlf. 290011)
Ábyrgd fyri kappingarskrá: Kappingarnevndin hjá BSF
Kappingarleiðsla hjá MBF: Nevndin í MBF við Poul Poulsen formanni.