H-bygningurin reistur

vinna21-09-2018 - 17:56 - Jóanis Nielsen

LV skrivar:

HÁTÍÐARLØTA: Í dag kundu vit aftur hátíðarhalda ein stóran dag í føroyskari byggisøgu, tá reisigildi varð hildið í sambandi við H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Høvuðsendamálið við hesi útbygging er at dagføra hølisviðurskiftini hjá sjúklingum, starvsfólkum og teimum avvarðandi. Nýggi bygningurin verður eftir ætlan tikin í nýtslu í 2021.

Í fagrasta veðri seinnapartin í dag var reisigildi hildið í nýggja H-bygninginum til Landsjúkrahúsið. Nýggi bygningurin er stórur eftir føroyskum mátistokki, og verður ein bæði týðandi og sjónskur partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum. Talan er um ein bygning við serstakari innrætting, ið ger tað møguligt at savna nógv virksemi hjá Landssjúkrahúsinum undir sama taki.

Hátíðarhaldið seinnapartin í dag, sum fyrst og fremst varð hildið fyri arbeiðsfólkunum á byggiplássinum, byrjaði við, at Eyðun Petersen, byggileiðari hjá Landsverki, bjóðaði vælkomin, og segði nøkur orð um bygningin og gongdina við stóru útbyggingini av Landssjúkrahúsinum.

- Hendan verkætlanin hevur verið í stoypiskeiini í eini 10 ár. Í 2015 varð so loksins spakin settur í, útgrevsturin kundi byrjað, og ferð kom á. Byggiarbeiðini byrjaðu í januar 2017, og avhendingin er sett at verða um árskiftið 2020/21. Sambært upprunasáttmálanum skuldi reisigildið haldast 21.desember 2018, men hyggja vit eftir tíðarætlanini, so eru vit eini 8-10 vikur framman fyri tíðarætlanina. Okkara vón er, at tað framhaldandi fer at hepnast at hava hesa framúr góðu gongd á arbeiðinum.

At enda takkaði Eyðun Petersen arbeiðsfólkunum, sum dagliga gera sítt til at arbeiðið gongur so væl, fyri teirra avrik í stóru og týdningarmiklu verkætlanini.

Síðani fingu Linn Mohr Augustinussen frá MT Højgaard, Árni Winther, arkitektur og Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, orðið. Allir fegnaðust teir um gongdina, góða samstarvið, og um at vera við til at fáa hesa spennandi verkætlan til veruleika.

Nýggi sjúkrahúsbygningurin, sum í høvuðsheitum fer at hýsa psykiatriskum og medisinskum sjúklingum, eins og eini føði- og barnsburðardeild, verður ein sera framkomin bygningur. Sum nakað nýtt verða øll seingjarpláss í einastovum við baði og vesi. Granskingar vísa nevniliga, at einastovur hava nógvar ágóðar, og at sjúklingar tá koma skjótari fyri seg.

Kanningar vísa eisini, at sniðgeving av bygningum, har sjúklingar halda til, hevur ávirkan á, hvussu skjótt fólk koma seg eftir sjúkralegu. Bæði ljós, vinarligt umhvørvi, list og gott útsýni sigast at skunda undir grøðingina hjá sjúklingum og minka um nýtsluna av heilivági. Nýggi H-bygningurin er tillagaður hesar royndir.

Eisini hevur serligur dentur verið lagdur á at fáa ein orkusparandi bygning, har spillorkan verður endurnýtt, og hitin í sjónum nýttur umvegis hitapumpu.

H-bygningurin er umleið 14.500 fermetrar til støddar, og er partur av samlaðu játtanini til Landssjúkrahúsið á 652,6 milliónir krónur, harav 507,9 milliónir krónur eru til H-bygningin. Eftir ætlan verður klárt at flyta inn í nýggja bygningin í 2021.

Tak niður faldara um H-bygninginher