HB vann 4-1 á 07 Vestur

ítróttur27-06-2020 - 17:32 - Jóanis Albert Nielsen
07 Vestur var í dag á vitjan hjá HB í 1. deild. 

Tað var 07 Vestur ið byrjaði dystin betri, og longu eftir 7. minuttir skoraði Jóannis á Steig fyri 07 Vestur til 0-1. Tá ið 36. minuttir vóru leiktir javnaði Hilmar Leon Jakobsen fyri HB til 1-1, og beint fyri hálvleik umsetti Rói av Fløtum eitt brotsspark til mál. Hálvleiksstøðan var 2-1 til HB.

Tá ið ein góður tími var leiktur skoraði Rói aftur, og staðfesti Jógvan Skeel Nolsøe sigurin fyri HB tá ið hann skoraði til 4-1 eftir 74. min.