Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge - Mynd: www.fsf.fo

HB og B36 kunnu fara avstað

ítróttur21-05-2018 - 09:13 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Oddbjørn Joensen, og hann væntar fimm sera spennandi dystir í Betri Deildini hjá monnum mánadagin 21. mai, sum er 2. hvítusunnudag.

11. umfar í Betri Deildini hjá monnum er á skránni mánadagin 21. mai, sum er 2. hvítusunnudag.

Suðuroyingar eru á vitjan á Skála, og á Argjum spæla AB og KÍ. Í Sørvági hittast 07 Vestur og NSÍ, meðan tveir dystir verða í Gundadali. Klokkan 15 spæla B36 og Víkingur, og klokkan 18 tekur HB ímóti EB/Streymi.

Gestur í FSF Varpinum hesaferð at umrøða og meta um komandi umfar, er Oddbjørn Joensen. Og hann væntar, at NSÍ, B36, KÍ og HB gera sína skyldu sum oddalið.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=TypoZNAjBcA]