Mynd: Sverri Egholm / portal

HB er nú einsamalt oddalið

ítróttur01-06-2020 - 23:13 - Jóanis Albert Nielsen

HB er nú einsamalt oddalið í Betri Deildini hjá monnum, tað eru teir eftir at teir vunnu 4-2 á B36 í dag. 

Pætur Petersen legði HB á odda eftir 10. min. Alex Mellemgaard javnaði uppá brotsspark fyri B36 tá ið 18. min. vóru farnir, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Michal Przybylski legði B36 á odda eftir 57. min. Pætur Petersen javnaði fýra minuttir seinni. René Joensen legði HB á odda tá ið 65. min. vóru leiktir. Alex Mellemgaard fekk beinleiðis reytt kort tá ið 68. min. vóru farnir. Í yvirtíðini avgjørdi René dystin fyri HB tá ið hann skoraði til 2-4.

Í Sarpugerði fekk TB í dag síni fyrstu stig, tá ið teir spældi 0-0 ímóti Víkingi.

Á Argjum tók AB ímóti KÍ. KÍ vann stórsigur. Ole Erik Midtskogen skoraði til 0-1 eftir 10. min. Ísak Simonsen økti eftir 28. min. Ole Erik skoraði til 0-3 eftir 31. min, sum eisini var hálvleiksstøðan. Sørin Samuelsen gjørdi sjálvmál fyri AB eftir 49. min. Boris Dosljak skoraði til 0-5 eftir 59. min. Jóannes Bjartalíð staðfesti sigurin tá ið hann skoraði til 0-6 eftir 68. min.

NSÍ var á vitjan hjá Skála, og vunnu teir dystin 0-4. Petur Knudsen skoraði tvey tey fyrstu málini eftir 7 og 17. min. Klæmint Olsen økti um leiðsluna í 28. min. Mórits Heini Mortensen skoraði til 0-4 eftir 34. min.

Í morgin spæla EB/Streymur og ÍF.